30 januari 2012

Overskudsflip - from scratch!

Havi verið mega overskudsagtig síðan eg kom heim í dag. 
Tá eg fekk frí fór eg niðan í Miklagarð og keypti inn. Síðan fór eg heim, byrjaði uppá mína lasagnu (heeeeilt from scratch) so eg kundi frysta eina rúgvu. Hon smakkaði goood! 

Tá eg hevði etið fór eg so í holt við mission no. 2!
Eg havi nemliga uppskriftina til heimsins bestu pizzasniglar og síðan eg flutti heimaftur, havi eg ikki etið morgunmat, tí eg síggi tað sum tíðarspillu tá man heldur kann sova.
Og 31 stk. bleiv tað til :) Tað verður perfekt at koyra 2 í mikroovnin og eta á veg út gjøgnum hurðina um morgunin. (Og um systkini koma forbí, verði eg heimsins besta systir ;))

Ååååja! Tá eg hevði gjørt deiggið og skuldi rulla tað út, kom eg í tankar um eg ikki havi nakra køkurullu í FO! Gott at INN selir tær fyri 60,-! (BLÆÆÆ)

(Uppskriftin er undir myndunum)




Dýra rullan!!







Lasagnan í mateskjum ;) 

Deiggið: 

4 dl. mjøl (eg brúki 2 dl hveiti og 2 dl grahamsmjøl)
½ tsk salt
2 tsk bakipulvur
50 gr. smør
1½ dl. mjólk

Blanda alt tað turra fyrst. (eg brúki flótandi smør), elt tað í fyrst og koyr síðan mjólkina í. 


Tomatsósin:

1 leyk
2 hvítleyksbitar
1 spsk olivenolja
500 gr hakkaðar tomatir
3 spsk tomatpuré
1 tsk urtekrydderier
½ tsk salt
sindur pipar
1 tsk sukur

Hakka leyk og hvítleyk, brúna eitt sindur í grýtu saman við oljuni. Koyr restina av vørunum í, rør og lat kóka eina løtu.

Sum fyllu í pizzasniglarnar brúkti eg rivnan ost og skinku. 
Eg geri altíð 2 portiónir av deigginum og eina portión av tomatsósini, so brúki eg 200 gr av osti og 300 gr av skinku. Geri tvær rullur og skeri sundur. Úr hvørji rullu fái eg  umleið 16 sniglar :)

Vælgagnist :)



1 kommentar:

  1. Hasar hjartaformaðu mateskjurnar eru so fittar - kundi hugsa mær sovornar ;)

    SvaraRadera