27 september 2011

Húsligt flipp!

Eg veit ikki hvat hendir. Kanska eri eg bara við at blíva mega vaksin ella okkurt, men í gjár fekk eg aftur eitt sovrit húsligt/bakiflipp og tað helt fram í dag. 

Fyrst hevði eg hug at bíleggja pizza og T var nokkso við uppá tað, men so kom eg í tankar um at vit áttu ingrediensur bæði til botn og tomatsós heima og so freestylaðu vit eitt sindur við "fyllu". Bakiverk nummar eitt endaði við at síggja soleiðis út:



Tað eru so frykteliga nógv at skriva alla uppskriftina her,
 men um tað eru fyrispurningar eftir henni,
 skal eg gera ein innsats

Tá eg fyrst er farin í holt at baka og tað ikki var sooo ringt at vaska upp, so fekk eg sum ikki einaferð ordiliga blóð uppá tonnað!
So eg fór beint at gera eina bleyta sjokulátakøku. Ultra simpul.
Bakiverk nummar tvey sá soleiðis út: 



Uppskrift niðast á síðuni. (Gloymdi at taka mynd tá hon var liðug)


Oooog so í morgun tá eg vaknaði, fekk eg hug at halda áfram. 
Og eg hevði faktiskt keypt inn til brownies í gjár, so tað var einki annað at gera enn at bara byrjað. Tónleik for frá, alt uppvask uppá pláss og soleiðis tá tað út:


Áðrenn eg dryssaði restina av mandlunum á
Komin úr ovninum

Í kvøld fari eg at servera við vanilju-ísi!
Tað verður ein succes!

Hetta blómutyssi fekk eg leygardagin aftaná eg hevði sungið til ein barnadóp.


Og síðst, men ikki minst. Mín deiligi nýggi kalendari, sum eg eri so glað fyri! :) Er hann ikki fittur?? 




Uppskrift bleyt sjokulátakøka: 

2 egg
2 dl sukur
50 g smør/margarin
3 dl hveitimjøl (180 gr)
2 tsk bakipulvur
1 dl kaffi 
2 tsk vaniljusukur

Soleiðis gert tú:

Tendra ovnin á175 gradir
Smyr ein kakuform (eg brúkti ein, har man kann taka kantin av)
Píska egg og suskur í 1-2 minuttir (til tað er eitt sindur fluffy)
Smelta smørið. Blanda mjøl, bakipulvur, vaniljusukur. 
Rør tað eitt sindur kalnaði smørið, kaffi og mjølblandingina niður í eggjadeiggið
Stoyt deiggið nidurí tann smurda formin og stilla niðast í ovninum í 35-40 minuttir.


Uppskrift Brownies (uml 30 brownies)

4 egg
3 dl sukur
200 gr smør/margarin
200 gr myrk sjokuláta
100 gr hakkaðar mandlir
2 dl hveitimjøl
1 tsk bakipulvur
2 tsk vaniljusukur

Do it like this:

Ovnurin skal setast á 175 gradir
Píska egg og sukur "fluffy", uml 1-2 minuttir. 
Smelta smørið og tak grýtuna av hitanum og brót sjokulátuna niðurí og lat hana smelta í smørinum. 
Blanda mjøl, bakipulvur og vaniljusukur og koyr niðurí eggjablandingina saman við helvtina av nøtunum. Og so blandar tú eisini sjokulátablandingina niðurí.   Stoyt á eina djúpa plátu sum er dekkað við bakipapíri og strøja restina av nøtunum omanyvir. 
Hon skal vera mitt  í ovninum í uml. 20 minuttir. Kakan skal ikki vera heilt turr innií tá hon er liðug. 
Sker kakuna fleiri smáar fýrakantar.


21 september 2011

At binda er so fantastiska avslappandi

Við eitt sindur av resttógvi, inspiratión frá mínum ótrúliga dugnaliga systkinabarni á http://einkistuttligtatflenna.blogspot.com og hesum video: http://www.youtube.com/watch?v=PFKWaDKYD8Q , byrjaði eg í gjárskvøldið at binda mær eitt pannuband til kaldari tíðir. Í morgun bleiv eg so liðug og her er úrslitið. 
Tað er so ótrúliga bekreftandi at blíva liðugur við byrjað "verk", so hetta pannibandið var perfekt! Tók onga tíð!

Takk Navia, Elin og paapinden.dk :)










/Linköping

16 september 2011

Sigøynari

So skal taskan aftur pakkast, hesuferð gongur leiðin til Årjäng, tað liggur 2 1/2 tíma norðan fyri har sum eg búgvi, tað er sum til suðriðar, munurin er bara tann at vit koyra allan vegin.


Haldi at hesin sangurin lýsur so væl lívið hjá mær og ein strofa sigur.


"Like a band of gypsies we go down the highway"


Havi fingið fortalt at sigøynarablóð er í familjuni, og tað er júst tað mítt sigøynara lív avspeglar.



Ljungskile

15 september 2011

hann sum leitar hann finnur

Blocket er ein sera hent heimasíða at kenna tá ið man býr í Svøríki, hon svara til torgi og den blå avis..
Tað er synd at siga, at eg havi fingið nakra gleði av henni enn....tær sístu 3-4 vikunar havi eg leita eftur einari sovisofu, antin eru tær ov langt vekk ella akkurát seldar. *hmpf*


Flutti fyri 1 viku síðani í eina íbúð saman við 3 øðrum, sovi á einari luftmadrassu, í gjár fekk eg luft í hana, tað kann sigast at svøvnurin bleiv væl bleytari, tað var ringt at vakna í morgun.


Vóni at lukkan er við mær skjótt



Ljungskile

13 september 2011

Eg havi snýtt!!!


Eg kundi simpulthen ikki halda mær!!! 
Í dag fekk eg eitt marsipan-flipp. Ikki tí at eg át nakað, men tí eg bara fór at munga. 
Eg fór ein biltúr og tá eg var á veg heim, kundi eg ikki halda mær! Eg var noydd at keypa inn, so eg kundi gera konfekt. Tá yvirskriftin sigur at eg havi snýtt, so er tað altso bara tí at man ikki hevur loyvi at gera jólakonfekt aðrar dagar enn 23. desember.
Men nú havi eg so brotið ta óskrivaðu regluna.
Gleði meg til í morgin... MMMM!!

Á veg at synda...
Og vit kunnu byrja!




TAAAADAAA! 

/Linköping


Føroysku Náttaravnar

"Hej är det Edith Johannesen vi har här, välkommen ombord"  at koyra í 1.flokki er ikki tað ringasta, siti í tokinum ávegis til svøríkis aftur aftaná eitt super vikuskifti í keypmannahavn. 

Tað er fríggjakvøldið ið eg vil deila við tykkum, elski tá ið klokkan fer av middnátt og tann eykendi føroyski náttaravnurin  kemur fram, havi ferðast víða og upplivað mangt og hvat, men tann føroyski náttaravunurin er bert at finna ímillum føroyingar.

Vit vóru nøkur sum gjørdu av at halda eina vinkonu við selskapi meðan hon sat náttarvakt, sum tíðin gekk, kom svongdin á okkum. Pískari, egg, sukur og annað gott var funni fram og tær amerikansku pannukøkurnar sóu náttarljósið. 
Á dú, Á dú sum tær smakkaðu, alt smakkar væl aftaná middnátt í góðum selskapi. 

Kl.o5 var nøsin vend ímóti Amager. Ein góður dagurin var komin at enda og ein dagur við fullum av upplivingum var fyri framman.













Ljungskile



11 september 2011

Söndagsmys!




Fyrr HATAÐI eg sunnudagar. Haldi tað var tá eg búði í Føroyum... Nei, eisini tá eg var flutt. Helt teir vera so møj-hamrandi-óinterissantar, men nú er tað broytt!
Síðan eg byrjaði at ikki hata sunnudagar hevur tað verið akkurát sum at fáa ein totalt avslapningsdag eyka! Tað er fantastiskt!
Sum í dag. Tá eg vaknaði í morgun var eg stadivekk nokkso úss, so eg havi ikki verið til nógva nytta meginpartin av degnum. Tobias og eg hava hingið, spælt kort, fingið okkum drekkamunn og bara slappað av! Men tað ger líkasum einki, tí tað er bara sunnudagur allíkavæl.
Men so seinnapartin fekk eg eitt kick! Eg vil baka! And I did.. Jordnötskakor og morotskaka (gularótakøka) og eg vaskaði upp so hvørt.
Og Tobias gjørdi eina fantastiska lasagnu. Hesin sunnudagurin bleiv ikki totalt splattaður niður í einki allíkavæl. Jubbi!
Tobias hevur køkur hann kann taka við til arbeiðis í morgin, og eg fái lasagnu til døgurða í morgin. Gleði meg longu! :) 




Gularótakøkan:

3 gularøtur (uml 200 gr)
50 gr hakkaðar hasselnøtur
2 egg
2 dl sukur
1 tsk kanel
1 tsk vaniljusukur
0,5 tsk natron (bikarbonat)
1 tsk bakipulvur
2 dl hveitimjøl
1 dl matolja

Glasur:

150 gr philadelphia smyrjiost (naturel)
uml 2 dl. flormelis
1,5 tsk pressaða sitrón

Soleiðis gert tú:

Flisa og rív gularøturnar og koyr í ein bolla. 
Blanda eisini hasselnøturnar í. 
Koyr egg og sukur í sama bolla og píska í uml 30 sek.
Koyr oljuna spakuliga í ímeðan tú pískar á lægstu ferð.

Tendra ovnin, á 175 gradir.

Koyr kanel, vaniljusukur, natron, bakipulvur og hveitimjøl niður í blandingina.
Píska alt saman inntil tú hevur eitt javnt deiggj.
Stoyt alt í ein smurdan form (uml 1½ litur). 
Køkan skal standa niðarliga í ovninum í 175 gradum í uml 45 minuttir.

Tá hon er liðug, kann hon standa í 5-10 minuttir áðrenn tú leggur hana á eitt fat at kølna.

Glasur: Blanda philadelphia ostin, flormelis og citrónsaftina.
Smyr glasurin á við einum knívi.



Jordnötskökurnar:

200 gr margarin/smør
2 dl sukur 
2 dl havragrýn (eg brúkti fullkorns og tað riggaði fínt) 
2 dl hakkaðar saltar peanuts
1 tsk bakipulvur
3 dl (180 gr) hveitimjøl

50 - 75 gr. myrk sjokuláta

Soleiðis gert tú:

Tendra ovnin á 175 gradir.
Rør ella píska smør og sukur til tað er "fluffy".
Koyr restina av ingrediensunum (uttan sjokulátuna) í og arbeið við hondunum til tað er deiggjut.
Forma smáar kúlur. Eg slættaði tær eitt sindur út við einum gafli.
Legg á eina plátu við bakipapíri.
Koyr í ovnin í uml. 15-20 minuttir. 
Smelta sjokulátuna. Antin yvir "vatnbaði" ella í mikroovninum og rør eitt sindur í henni. 
Brúka eina teskeið til at "strimla" sjokuláta yvir køkurnar tá tær eru kølnaðar eitt sindur. 

Og nú kanst tú bjóða til drekkamunn :)



/Linköping





10 september 2011

Ársins fyrsti jólastemningur

Tað hevur verið nokkso kalt nakrar nætur á rað nú. Og eftir at vit í gjárskvøldið vóru daddur, vaknaði eg í morgun við fepri og hevði ekstremt ilt í hálsinum.
Tað er bara for rotið eftirsum tað bara er eitt sindur meira enn ein vika síðani eg var sjúk seinast.
Men eg rokni við at tað eru allar basillurnar frá hesum svensku børnunum í barnagarðinum sum gera tað. Havi arbeitt eitt sindur í seinastuni.


Havi ligið og hugt í sjónvarp í allan dag. Í kvøld bleiv eg so eitt sindur betur fyri og fór niður at hjálpa Tobias (mín egni Jamie) at gera døgurða. 
Ella.. hjálpti til.. Eg bleiv sett til at flisa eplir og skera feta ost. Tað var tað sum eg náddi ímeðan hann gjørdi alt hitt. 
Men ímeðan eg stóð og flusti hesi vælsignaðu eplini, hevði Tobias hitað glögg! Tað luktaði so fantastiska væl og smakkaði uppaftur betri. 
Tað sum sæst til vinstru er "ársins glöggsmakkur 2010". Tey gera glögg við ymsum smakki hvørt ár. 


Tað sum sæst til høgru er eitt glögg sum Tobias hevur fingið í jólagávu frá abba sínum í fjør, haldi eg. 


Hugnaligt var tað í øllum førum og ótrúliga jólaligt. Øll burdu smakkað sítt fyrsta hitaða glögg um heystið! :)


/Linköping

8 september 2011

Longsul eftir fríggjadegnum!

Eitt deiligt seinsummarvikuskiftiskvøld fyri 2 árum síðani.
Nú er tað eingin loyna at eg eri nokk so arbeiðsleys. Arbeiði sum avloysari í mínum gamla barnagarði, men tað er einki at reypa av, serliga tí at eg ikki havi havt serliga nógvar vaktir síðan eg bleiv frísk.
MEN! Er tað ikki fantastiska løgið at man ikki behøvist at arbeiða so monster nógv fyri at hava handan undarliga fríggjadagslongsulin??? 
Eg hevði stuttan arbeiðsdag týsdagin, hevði frí (og var og trenaði) í gjár. Í dag havi eg havt ein nokk so langan dag og tað skal eg eisini arbeiða í morgin. Men ikki meir enn at tað verður 22 tímar totalt, ella okkurt sovorði tilsamans hesa vikuna! Og allíkavæl, so er longsulin til í morgin kl. 17. NULL-NULL enormur! :) 
Gott at man hevur okkurt at gleða seg til. Tí tá eg fái frí frá mínum ungum í barnagarðinum í morgin, skal eg beint at vera dadda hjá tveimum øðrum børnum. (Havi sjálv biðið um tað eftirsum mamma teirra fekk eitt bio-gávukort fyri 2 í f.dagsgávu frá okkum) 

/Linköping

7 september 2011

So long, summar!



Svenska summarið er við at vera av. Bløðini byrja at detta niður frá trøunum, fáa gular og reyðar litir ístaðin fyri teir annars so herligu grønu summarlitirnir, sum tey hava havt nú í nakrar mánaðir.
Hetta er ein eitt sindur ódefineraður bloggur, men vit fara, so gott sum vit kunnu, lýsa hvussu vit hava tað her í Svøríki, hvat vit gera, hvat vit síggja, lurta eftir, uppliva og annað sum fyllir okkara gerandisdag og høvd.

Enjoy! <3