2 augusti 2012

Framtíðin tryggjað


Nú er tað settled! 

Eg fari at búgva í Føroyum í øllum førum 4 ár afturat. 
Eg slapp herfyri inn á læraraskúla í Føroyum. Meeen tordi ikki at vera bumbusikkur fyrenn eg fekk svarið úr Keypmannahavn, har eg eisini søkti. Og har fekk eg tað svarið eg hevði vónað. Eitt standbypláss. Fínt! Avgerðin tikin fyri meg! I'm staying.

1. Sloppin inn á skúla

Eisini sleppi eg at flyta inn í íbúðina hjá mammu. Tað verður munandi bíligari, which is brilliant, tí í 4 ár skal eg liva av studningi. Tað er eitt sindur síðan seinast!

2. Fingið bíligari íbúð

Fyri at hjálpa studninginum eitt sindur havi eg fingið eitt nýtt arbeiði. Dreymaarbeiðið, rokni eg við :)
Fari at arbeiða í einum tógva-handli :))) Byrji 10. august og gleði meg sum eitt smábarn! Tað verður so spennandi at vita um eg dugi at hjálpa øðrum við teirra bindingatrupulleikum :) 

3. Fingið eitt starv

Harafturat havi eg leingi viljað dugað at renna!! Tú veitst.. 5 kilometrar uppá 20 minuttir sum so nógv onnur klára.. Tað fari eg at gera nakað við. Í dag havi eg tí keypt eina nýggja bók um renning! Starting  um eina viku, tá eg komi av bátinum. Eitt skema fyri hvørja viku frá 0 - 5  kilometrar uppá 12 vikur!! og síðan frá 5 - 10 ... men tað taka vit um 13 vikur.. Babysteps! :) Oh yeah!

4. Konditiónsvenjing byrjar

Framtíð, here I come!




29 maj 2012

Svøríki í Maj.

Mamma hevur altíð sagt at hennara yndis-mánaði er maj.
Eg skilji hana sum so væl, serliga tá dagarnir í Føroyum hava verið so praktfullir sum í seinastuni.

Eg havi tó verið so heppin at eg náddi akkurát at uppliva Svøríki enn einaferð í maj.
Havi havt ein góðan dag við eitt sindur av shopping. Sjálvdan eg shoppi, men tá eg sleppi at ganga einsamøll runt í býnum, finni eg sum oftast nyttug ting - ting sum eg veit at eg fari at brúka nógv :)

Fór eisini at "fika" við mínum yndis-hollendara, Philippine, men eg gloymdi tíverri at taka  mynd av hennara yndiga snýði.

Her eru tó myndir av næstan øllum sum eg skaffaði mær í dag. 


Ein jakka

Eitt par av jeans

Eina fitta blusu

Obligatoriskt neglalakk

Ótrúliga kunnandi bindibók

Heimsins fittastu viskustykki



Føðingardagsgávu til ein bff, sum eg ikki fari at avslørað :) 


Í morgin gongur leiðin til Stokkholm. Tobias skal arbeiða eina løtu, so eg fari at fáa mær morgunmat saman við Rannvá :) - Tað gleði eg meg til! 

3 maj 2012

Aftur ein pakki úr DK

Altso hetta kann eg gott venja meg við. Fyri 2 vikum síðani fekk eg ein pakka frá Svannu. Og í dag tá eg kom heim í skúla hevði eg fingið ein afturat. Hesaferð frá Julie Michelsen, ein donsk songkvinna, sum á facebook hevur havt ein bólk, har hon hevur biðið fólk bundið "hylstur" til nýútgivnu fløguna, sum hon skal senda út til media. At binda er AKKURÁT eg, so eg smekkaði 5 covers saman og sendi tey avstað :)
The thing er, at opinbart fingu 10 tey fottastu eina fløgu og plakat sendandi frá henni, so tit kunnu rokna út hvat tað merkir at eg fekk eina :)))) Eri so glað!

Hon hevur eisini havt eitt photoshoot við fløgunum, so nakrar myndir eru mínar og nakrar hennara.
Vónandi eru ikki ov nógvir feilir her. Má skunda mær, tí eg skal á Zarepta. Men vildi bara deila hetta við tykkum, tí eg eri soooo glað :)))) 














22 april 2012

Anna Weinreich

En blog, som jeg følger dagligt og som jeg glæder mig til indlæg fra, er Anna Weinreich's blog.
Hun er så fantastisk inspirerende og har superlækre ting i sin lille lejlighed i Roskilde.
Hun fynder på loppemarkeder og maler og laver tingene om, så de passer supergodt i hendes allerede så hyggelige hjem. Og puder og andet syr hun selv.

Synes at I alle skal gå ind på hendes hjemmeside og bli fyldt med gode idéer og lækre billeder.
Eg skrivi á donskum, so hon eisini skilur hvat tað er eg blabbi um :)

Myndirnar eru frá: http://annaweinreich.blogspot.com/









20 april 2012

Heimsins besta Svanna - Svanna mín!


Minnist ikki nær eg seinast eri yviraskað sum eg eri nú! 





Kom troytt og útlúgvað heim úr skúlanum í áðni og hugdi í postkassan á veg inn. OG HAR LIGGUR heimsins lekrasti pakki sendur úr DK!!! :))) Åååååååååååå sum eg eri glað!!! Vikuskiftið verður fantastisk!!
Svanna know how to work it! <3 I love her!

16 april 2012

Kontórið er kontór

Havi í dag roynt at fingið skil uppá óruddið sum lá á kontórinum hjá okkum. Alt hevur verið ein hurlivasið tí vit ikki hava havt nakrastaðni at koyrt alt. Men í dag var eg so og keypti eina reol, sum gjørdi at alt fekk eitt pláss. Tó skal nógv meira gerast við rúmið. Men nú kann tað so brúkast :)
(Og eg heintaði, bar og skrúvaði sjálv hesi 30 kilo - fordeild uppá 2 mtr)










Eisini havi eg keypt ein nokk so tungan hularing, sum eg fari at venja við dagliga um ikki tey bláu merkini verða ov mong  :) 



Lekkur íblástur

Man kann altíð droyma...