27 januari 2012

Ib Laursen og hini.


Eitt av teimum góðu tingunum við at flyta inn í t.d. eina nýggja íbúð, nærum tómhent, er at ein hevur allar orsøkir í heiminum at keypa smáting. 

Í dag havi eg økt um talið av skálum. Thomas Dam hevði nemliga útsølu í dag tá eg var har. Og tær fýra stríputu skálirnar sum eg, millum annað, fekk frá sjeikinum í jólagávu, hava nú fingið prikkut selskap, saman við stríputu kannuni, alt frá Ib Laursen..  :) 



                    

Eisini keypti eg tað, sum skal vera ein byrjan uppá ein bakka, fullur við ljósum. Eri bara ikki komin so langt enn. 



Og tá eg tømdi kamerað, kom eg eisini á hesar nýbundnu troyggjurnar (sum enn ikki eru vaskaðar) og puntuta teppið, sum eg næstan eri liðug við. Ætli bara at binda ein svartan kant, men eftisum tað fer at taka eina evigheit, eri eg simpulthen ikki komin til tað enn og eri ístaðin byrjað uppá eina rúgvu av øðrum projektum.







Inga kommentarer:

Skicka en kommentar