28 januari 2012

Ib Laursen - She did it again!

Eg varð SO forelskað í mínum nýggju skálum í gjár. Og bleiv við at hugsa um at tað uppá tilboð! Og so segði konan við diskin eisini at tað er ein útgingin vøra, so hon kemur ikki aftur. Og eg hugsaði beinaveg at so er tað nú ella ongantíð! So í morgun fór eg oman og keypti tvær skálir afturat (8 er mítt yndistal;)) OG so keypti eg tallerkar og koppar eisini. Svøk?? Kanska.. Hevði kanska kunnað blandað farvir eisini (ongar aðrar farvir vóru uppá tilboð), sum tey gera í blaðnum her: http://quickpaper.rosendahls.dk/IbLaursen/2011/dk/#/32/

Men eg eri barasta so glað fyri mítt reyða nýggja koppastell ;) 
Og so keypti eg ein gigantiskan bakka frá Frú C. Veit ikki hvat eg skal gera við hann :)
MEN!!! Nú er slutt shoppað fyri hetta hálvárið! Skal einki keypa aftur fyrenn í summar einaferð.. haldi eg... 
Gott leygarkvøld, kæru tit, og minnist til at njóta av tí góða!



             


Inga kommentarer:

Skicka en kommentar