3 maj 2012

Aftur ein pakki úr DK

Altso hetta kann eg gott venja meg við. Fyri 2 vikum síðani fekk eg ein pakka frá Svannu. Og í dag tá eg kom heim í skúla hevði eg fingið ein afturat. Hesaferð frá Julie Michelsen, ein donsk songkvinna, sum á facebook hevur havt ein bólk, har hon hevur biðið fólk bundið "hylstur" til nýútgivnu fløguna, sum hon skal senda út til media. At binda er AKKURÁT eg, so eg smekkaði 5 covers saman og sendi tey avstað :)
The thing er, at opinbart fingu 10 tey fottastu eina fløgu og plakat sendandi frá henni, so tit kunnu rokna út hvat tað merkir at eg fekk eina :)))) Eri so glað!

Hon hevur eisini havt eitt photoshoot við fløgunum, so nakrar myndir eru mínar og nakrar hennara.
Vónandi eru ikki ov nógvir feilir her. Má skunda mær, tí eg skal á Zarepta. Men vildi bara deila hetta við tykkum, tí eg eri soooo glað :)))) 














1 kommentar: