13 december 2011

Soon and very soon!

Hesir dagarnir eru nokkso bíðugtir!
Um 2 dagar sleppi eg vónandi at flyta inn í íbúðina (og Svanna kemur), um 5 dagar kemur mín elskaði til Føroya og hareftir koma øll hesi deiligi fólkini bara dryssandi heim!! Tað verður so deiligt at síggja øll aftur! :)

Eg havi fyrireikað meg eitt sindur uppá at flyta. Psykiskt, fysiskt og praktiskt og eg eri so gott sum klár. Í kvøld fekk eg boð um at sofan er komin á lagur og vit fara eftir henni í morgin, vænti eg!! :) Nice, eller hur?


Og so eri eg liðug við kommoduna sum hevur fingið bláar fyribilsknobbar, sum ikki ordiliga eru so ljósir sum teir síggja út at vera á myndini.


Og annað jólaligt er eisini komið í hús. 
Gleði meg til vit fara at seta uppá pláss, pynta og gera tað hugnaligt í íbúðini hjá okkum á Argjum :) 
Og inntil tá prýða lutirnir mítt deiliga kamar hjá mammu.




/Ljungbro/Argir?

27 november 2011

Nýggjheitir!

Ååå sum nógv er hent í seinastuni. Eg bleiv fyri einum mðr síðan spontant uppringd av mammu, sum segði at Venjingarskúlin gjarna vildi hava meg heim at vikariera fyri ein lærara sum var sjúkrameldaður. Fínt! Eg hevði onki fast starv júst tá (sjálvt um eg var til arbs tá hon ringdi), so eg pakkaði taskuna sama seinnapart, fór við tokinum niður til Keypmannahavnar tað kvøldið og við flogfarinum tíðliga dagin eftir. Og so havi eg arbeitt á Venjingarskúlanum líka síðani. Meiningin var so at eg skuldi fara aftur til Svøríkis at arbeiði til í summar, tá meining var at flyta til FO, men mitt í øllum rokanum, fekk eg eina íbúð! NICE! Og tá varð avgerðin tikin. Eg verði verandi!! 
Síðan fekk eg eisini starv uppi í Vælveru Fitness og TÁ líkasum fall alt uppá pláss - tað er virkuliga meiningin at eg skal vera í Føroyum frá nú av. 
Tobias, mítt fantastiska álit, avgjørdi síðan at koma heim við Norrønu við bili, so eg kann fáa øll míni ting og alt sum vit eiga dupult av frá tá eg búði í KBH. Harafturat sleppi eg at halda míni fyrstu jól við honum :) Wooop wooop!
So nú eru fyrireikingarnar totalt farnar í gongd. Eg skrivi niður og skrivi niður hvat skal keypast og hvat skal takast við og hvat skal mátast og hvat skal málast og hvat skal seymast og hvat skal bindast og hvat skal gerast og hvat skal bíleggjast og hvat skal keypast og hvat skal heintast og hvat skal keypast .. og so víðari .. you get it, ha? Nógv er at gera tí um uml 2½ viku, so fái eg lykilin og tá skal vera klárt at flyta inn :)
Åsum eg gleði meg :)

Harafturat koma nógvar av mínum fantastisku vinkum eisini heim til Føroya skjótt at halda jól og tað gleði eg meg ultra nógv til .. ísus ísus, sum alt er deiligt!

Góðan 1. sunnudag í Advent, kæru blogglesarar :)

Åååja, havi eisini bundið onkra troyggju meðan eg havi verið heima, og her er ein av teimum:
Troyggjan til Annu

Húsini sum eg búgvi í um ikki alt for leingi

Fekk eitt fitt blómutyssi frá nøkrum av gentunum dagin áðrenn teirra lærari kom aftur.
Er tað fitt ella er tað fitt?

Ikki eingong kl. 08.02 um morgunum er tað so nógvur trafikkur herúti sum tað var
tá tað var grind í fjøruni í síðstu viku

Havi keypt mær kurvamølar til íbúðina, sum eg fari at pynta eitt sindur :) 
/Ljungsbro (Argir)

25 oktober 2011

Dagsins ótrúliga keyp

Í dag havi eg verið til tannlækna. Tað eru ikki direkta tær 1245,- eg brúkti har, sum eg ætlaði at reypa um. Spenningurin byrjaði eitt sindur seinni. Um 16 tíðina fyri at vera "nøjagtig".
Eg fór mær ein túr at hyggja eftir vetrarskóm. Eg havi kroniskt fótakulda bara við tankan um at tað skjótt fer at verða -20 gradir ella harum í hesum landi. Í fjør hugsaði eg "føroyskar hálvhosur loysa mín trupulleika", men lort heldur. So í ár setti eg mær fyri at eg skuldi keypa eitt ordiligt par av skóm. 
Hvat er betur enn tá tað stendur "tak 3, gjalda fyri 2"!! I LOVE IT! so eg fór inn, prøvaði leingi og valdi tey 3 perfektu pørini til hendan veturin. Tá eg so skal gjalda, sigur daman við kassan "Om du vill bli medlem får du minus 10% vid första köp". Eg hugsaði NICENESS!!! Læs skjótt ígjøgnum "medlemsinformatiónina", bara fyri at vera sikkur uppá at eg ikki skrivaði undir uppá nakað býtt og so betaldi eg!

Hetta eru mínir nýggju vetrarskógvar! Veit ikki um eg nakrantíð áður havi átt trý fóðra pør ísenn.






 /Linköping

24 oktober 2011

Memory lane!

Eg havi so fantastiska góðar vinkur! Eg haldi ikki at eg havi proklamerað tað nóg nógv alt mítt lív! Tær eru sooo deiligar.

Í dag var eg so einsamøll heima fyri fyrstu ferð síðan eg komi aftur úr Føroyum. Og tað eg havi gjørt í kvøld, er at eg havi verið ein túr omaneftir memory lane! Havi funnið góðar og gamlar myndir sum eg ikki havi hugt eftir í eina góða tíð. 

Og eg eri komin til eina niðurstøðu: Eg havi heimsins bestu vinkur og heimsins bestu systkin :) 
Njótið nøkur av mínum ljóspunktum og latið vera við at føla tykkum rakt um tit ikki eru á! Hetta eru bara tær sum eg hevði á harddiskinum! Tær flestu eru frá 2006 og 2007!





















Eg ætlaði at bjóða uppá eitt filmklipp til tykkum sum skrollaðu allan vegin, men tað bar ikki til at leggja út!
Puss og kram

/Linköping


23 oktober 2011

Góður Heystdagur.

Hugsaði við mær sjálvari í morgun, um eg hevði havt bil so skuldi eg farið ein langan biltúr, men í staðin valdi eg at spáka mær ein túr. Skifti linsuna á myndatólinum, húgvuna á høvdið og í tær lilla farvaðu convers skógvanar.


Lekkurt at fáa so fríska og milda luft í ansiktið.


Luftin klár blá, sólin sendi sínar strálir, trøini hava enduliga fingið sínar heystlitir.


Gekk og mól í mínum lítla heimi við myndatóli fyri eyga og tók nakrar deiligar myndir sum eg vil deila við tykkum.


Heystið er her og eg vóni ikki tað verður líka sum í fjør tí so er bert ein vika til kavin kemur....og tá plagar floytan hjá Edith at fáa annað ljóð.









Ljungskile

Bloggdepression

Eg havi verið bloggliga deprimerað í nakrar vikur. Havt eina rúgvu at siga, men simpulthen ikki verið nóg motiverað, men nú er okkara bloggur umvældur, eg havi verið eina herliga ferð i Føroyum, har eg havi gjørt alt tað, sum eg so fegin vildi og tí fari eg at blogga sum ongantíð áður! :) Men eftirsum vit hava ferðast í allan gjár, eri eg nokkso móð, so eg fari bara at seta meg at hyggja eftir eitt sindur elendigum sjónvarpi og njóta lívið sitandi eina løtu. 


/Linköping


27 september 2011

Húsligt flipp!

Eg veit ikki hvat hendir. Kanska eri eg bara við at blíva mega vaksin ella okkurt, men í gjár fekk eg aftur eitt sovrit húsligt/bakiflipp og tað helt fram í dag. 

Fyrst hevði eg hug at bíleggja pizza og T var nokkso við uppá tað, men so kom eg í tankar um at vit áttu ingrediensur bæði til botn og tomatsós heima og so freestylaðu vit eitt sindur við "fyllu". Bakiverk nummar eitt endaði við at síggja soleiðis út:



Tað eru so frykteliga nógv at skriva alla uppskriftina her,
 men um tað eru fyrispurningar eftir henni,
 skal eg gera ein innsats

Tá eg fyrst er farin í holt at baka og tað ikki var sooo ringt at vaska upp, so fekk eg sum ikki einaferð ordiliga blóð uppá tonnað!
So eg fór beint at gera eina bleyta sjokulátakøku. Ultra simpul.
Bakiverk nummar tvey sá soleiðis út: 



Uppskrift niðast á síðuni. (Gloymdi at taka mynd tá hon var liðug)


Oooog so í morgun tá eg vaknaði, fekk eg hug at halda áfram. 
Og eg hevði faktiskt keypt inn til brownies í gjár, so tað var einki annað at gera enn at bara byrjað. Tónleik for frá, alt uppvask uppá pláss og soleiðis tá tað út:


Áðrenn eg dryssaði restina av mandlunum á
Komin úr ovninum

Í kvøld fari eg at servera við vanilju-ísi!
Tað verður ein succes!

Hetta blómutyssi fekk eg leygardagin aftaná eg hevði sungið til ein barnadóp.


Og síðst, men ikki minst. Mín deiligi nýggi kalendari, sum eg eri so glað fyri! :) Er hann ikki fittur?? 




Uppskrift bleyt sjokulátakøka: 

2 egg
2 dl sukur
50 g smør/margarin
3 dl hveitimjøl (180 gr)
2 tsk bakipulvur
1 dl kaffi 
2 tsk vaniljusukur

Soleiðis gert tú:

Tendra ovnin á175 gradir
Smyr ein kakuform (eg brúkti ein, har man kann taka kantin av)
Píska egg og suskur í 1-2 minuttir (til tað er eitt sindur fluffy)
Smelta smørið. Blanda mjøl, bakipulvur, vaniljusukur. 
Rør tað eitt sindur kalnaði smørið, kaffi og mjølblandingina niður í eggjadeiggið
Stoyt deiggið nidurí tann smurda formin og stilla niðast í ovninum í 35-40 minuttir.


Uppskrift Brownies (uml 30 brownies)

4 egg
3 dl sukur
200 gr smør/margarin
200 gr myrk sjokuláta
100 gr hakkaðar mandlir
2 dl hveitimjøl
1 tsk bakipulvur
2 tsk vaniljusukur

Do it like this:

Ovnurin skal setast á 175 gradir
Píska egg og sukur "fluffy", uml 1-2 minuttir. 
Smelta smørið og tak grýtuna av hitanum og brót sjokulátuna niðurí og lat hana smelta í smørinum. 
Blanda mjøl, bakipulvur og vaniljusukur og koyr niðurí eggjablandingina saman við helvtina av nøtunum. Og so blandar tú eisini sjokulátablandingina niðurí.   Stoyt á eina djúpa plátu sum er dekkað við bakipapíri og strøja restina av nøtunum omanyvir. 
Hon skal vera mitt  í ovninum í uml. 20 minuttir. Kakan skal ikki vera heilt turr innií tá hon er liðug. 
Sker kakuna fleiri smáar fýrakantar.