30 januari 2012

Overskudsflip - from scratch!

Havi verið mega overskudsagtig síðan eg kom heim í dag. 
Tá eg fekk frí fór eg niðan í Miklagarð og keypti inn. Síðan fór eg heim, byrjaði uppá mína lasagnu (heeeeilt from scratch) so eg kundi frysta eina rúgvu. Hon smakkaði goood! 

Tá eg hevði etið fór eg so í holt við mission no. 2!
Eg havi nemliga uppskriftina til heimsins bestu pizzasniglar og síðan eg flutti heimaftur, havi eg ikki etið morgunmat, tí eg síggi tað sum tíðarspillu tá man heldur kann sova.
Og 31 stk. bleiv tað til :) Tað verður perfekt at koyra 2 í mikroovnin og eta á veg út gjøgnum hurðina um morgunin. (Og um systkini koma forbí, verði eg heimsins besta systir ;))

Ååååja! Tá eg hevði gjørt deiggið og skuldi rulla tað út, kom eg í tankar um eg ikki havi nakra køkurullu í FO! Gott at INN selir tær fyri 60,-! (BLÆÆÆ)

(Uppskriftin er undir myndunum)




Dýra rullan!!







Lasagnan í mateskjum ;) 

Deiggið: 

4 dl. mjøl (eg brúki 2 dl hveiti og 2 dl grahamsmjøl)
½ tsk salt
2 tsk bakipulvur
50 gr. smør
1½ dl. mjólk

Blanda alt tað turra fyrst. (eg brúki flótandi smør), elt tað í fyrst og koyr síðan mjólkina í. 


Tomatsósin:

1 leyk
2 hvítleyksbitar
1 spsk olivenolja
500 gr hakkaðar tomatir
3 spsk tomatpuré
1 tsk urtekrydderier
½ tsk salt
sindur pipar
1 tsk sukur

Hakka leyk og hvítleyk, brúna eitt sindur í grýtu saman við oljuni. Koyr restina av vørunum í, rør og lat kóka eina løtu.

Sum fyllu í pizzasniglarnar brúkti eg rivnan ost og skinku. 
Eg geri altíð 2 portiónir av deigginum og eina portión av tomatsósini, so brúki eg 200 gr av osti og 300 gr av skinku. Geri tvær rullur og skeri sundur. Úr hvørji rullu fái eg  umleið 16 sniglar :)

Vælgagnist :)



28 januari 2012

Ib Laursen - She did it again!

Eg varð SO forelskað í mínum nýggju skálum í gjár. Og bleiv við at hugsa um at tað uppá tilboð! Og so segði konan við diskin eisini at tað er ein útgingin vøra, so hon kemur ikki aftur. Og eg hugsaði beinaveg at so er tað nú ella ongantíð! So í morgun fór eg oman og keypti tvær skálir afturat (8 er mítt yndistal;)) OG so keypti eg tallerkar og koppar eisini. Svøk?? Kanska.. Hevði kanska kunnað blandað farvir eisini (ongar aðrar farvir vóru uppá tilboð), sum tey gera í blaðnum her: http://quickpaper.rosendahls.dk/IbLaursen/2011/dk/#/32/

Men eg eri barasta so glað fyri mítt reyða nýggja koppastell ;) 
Og so keypti eg ein gigantiskan bakka frá Frú C. Veit ikki hvat eg skal gera við hann :)
MEN!!! Nú er slutt shoppað fyri hetta hálvárið! Skal einki keypa aftur fyrenn í summar einaferð.. haldi eg... 
Gott leygarkvøld, kæru tit, og minnist til at njóta av tí góða!



             


27 januari 2012

Ib Laursen og hini.


Eitt av teimum góðu tingunum við at flyta inn í t.d. eina nýggja íbúð, nærum tómhent, er at ein hevur allar orsøkir í heiminum at keypa smáting. 

Í dag havi eg økt um talið av skálum. Thomas Dam hevði nemliga útsølu í dag tá eg var har. Og tær fýra stríputu skálirnar sum eg, millum annað, fekk frá sjeikinum í jólagávu, hava nú fingið prikkut selskap, saman við stríputu kannuni, alt frá Ib Laursen..  :) 



                    

Eisini keypti eg tað, sum skal vera ein byrjan uppá ein bakka, fullur við ljósum. Eri bara ikki komin so langt enn. 



Og tá eg tømdi kamerað, kom eg eisini á hesar nýbundnu troyggjurnar (sum enn ikki eru vaskaðar) og puntuta teppið, sum eg næstan eri liðug við. Ætli bara at binda ein svartan kant, men eftisum tað fer at taka eina evigheit, eri eg simpulthen ikki komin til tað enn og eri ístaðin byrjað uppá eina rúgvu av øðrum projektum.







26 januari 2012

23 januari 2012

Stokkut gleði?

Sum tey flestu av tykkum allarhelst vita, so havi eg havt stokkar uppiá mær líka síðan eg byrjaði at binda.
Tá eg gekk ígjøgnum myndir á telduni í kvøld, samlaði eg mær nakrar av myndunum eg havi tikið seinastu tíðina av seinastu avrikunum :)
Taki fegin móti uppskriftum og uppskotum til nýggj ting at binda! 
Enjoy!

Jólahosur
Troyggja sum mamma hevur fingið



Perlubundið turriklæðsrør til Annu

Til Róa, Sirið og Brá




Tit kenna kanska hesa søguna?

Fyrsta roynd við snúður. Pannuband til mín. 

Húgva við flykrumynstri

Til Annu

Sum troyggjan eisini sigur - Jólagáva til William




Her er stóra baby-teppið til Walter ikki heilt liðugt.

18 januari 2012

Sofaborð - tjekk!

Vit hava, síðan vit fluttu inn, leitað eftir einum sofaborði og í gjár fann eg eitt sum eg vildi hava. Í kvøld havi eg so verið eftir tí. Tað er brúkt og eg gleði meg til at renovera tað tá eg komi aftur úr Svøríki í februar.
Fyri fyrst havi eg fiksað eina lítla "tapet"-detalju í skuffuni :) 





17 januari 2012

Sjokolatasós

Tobiasa eftirspurda sjokolata sós verður nú avslørað!
Ikki hugsa um ingrediensirnar.. Tað er ikki fyri sartar sálir, men smakkar HIMMALSKT!


At koyra í:
1 tsk vaniljusukur
1 spsk kakao
1dl sukur
½-1 dl flótandi margarin
½ dl ljósur siroppur
½- dl róma

Blanda alt tað turra fyrst, og koyr síðan tað flótandi í, hita upp og rør.
Smakkar allar rallar best saman við vaniljuísi og evt. berum :) 

Smaklig måltid! Puss!

/Argir

15 januari 2012

Lycka är...

Vikuskiftið í kortum..
Havi havt eitt so deiligt vikuskifti higartil at eg má deila tað við tykkum!
Fríggjakvøldið avsluttaði við X factor, lasagnu og fantastisku Heidi, Durita og Joan og Partners. Sæst tað hvør vann???????? :)  
Eg havi shoppað eitt sindur til íbúðina. Bara smáting, sum eg helt meg hava brúk fyri. 
Og so havi eg fingið ein so lekran SamsøSamsø topp frá míni fantastisku systir! 
Alt í alt - eminent!