2 augusti 2012

Framtíðin tryggjað


Nú er tað settled! 

Eg fari at búgva í Føroyum í øllum førum 4 ár afturat. 
Eg slapp herfyri inn á læraraskúla í Føroyum. Meeen tordi ikki at vera bumbusikkur fyrenn eg fekk svarið úr Keypmannahavn, har eg eisini søkti. Og har fekk eg tað svarið eg hevði vónað. Eitt standbypláss. Fínt! Avgerðin tikin fyri meg! I'm staying.

1. Sloppin inn á skúla

Eisini sleppi eg at flyta inn í íbúðina hjá mammu. Tað verður munandi bíligari, which is brilliant, tí í 4 ár skal eg liva av studningi. Tað er eitt sindur síðan seinast!

2. Fingið bíligari íbúð

Fyri at hjálpa studninginum eitt sindur havi eg fingið eitt nýtt arbeiði. Dreymaarbeiðið, rokni eg við :)
Fari at arbeiða í einum tógva-handli :))) Byrji 10. august og gleði meg sum eitt smábarn! Tað verður so spennandi at vita um eg dugi at hjálpa øðrum við teirra bindingatrupulleikum :) 

3. Fingið eitt starv

Harafturat havi eg leingi viljað dugað at renna!! Tú veitst.. 5 kilometrar uppá 20 minuttir sum so nógv onnur klára.. Tað fari eg at gera nakað við. Í dag havi eg tí keypt eina nýggja bók um renning! Starting  um eina viku, tá eg komi av bátinum. Eitt skema fyri hvørja viku frá 0 - 5  kilometrar uppá 12 vikur!! og síðan frá 5 - 10 ... men tað taka vit um 13 vikur.. Babysteps! :) Oh yeah!

4. Konditiónsvenjing byrjar

Framtíð, here I come!