11 september 2011

Söndagsmys!




Fyrr HATAÐI eg sunnudagar. Haldi tað var tá eg búði í Føroyum... Nei, eisini tá eg var flutt. Helt teir vera so møj-hamrandi-óinterissantar, men nú er tað broytt!
Síðan eg byrjaði at ikki hata sunnudagar hevur tað verið akkurát sum at fáa ein totalt avslapningsdag eyka! Tað er fantastiskt!
Sum í dag. Tá eg vaknaði í morgun var eg stadivekk nokkso úss, so eg havi ikki verið til nógva nytta meginpartin av degnum. Tobias og eg hava hingið, spælt kort, fingið okkum drekkamunn og bara slappað av! Men tað ger líkasum einki, tí tað er bara sunnudagur allíkavæl.
Men so seinnapartin fekk eg eitt kick! Eg vil baka! And I did.. Jordnötskakor og morotskaka (gularótakøka) og eg vaskaði upp so hvørt.
Og Tobias gjørdi eina fantastiska lasagnu. Hesin sunnudagurin bleiv ikki totalt splattaður niður í einki allíkavæl. Jubbi!
Tobias hevur køkur hann kann taka við til arbeiðis í morgin, og eg fái lasagnu til døgurða í morgin. Gleði meg longu! :) 




Gularótakøkan:

3 gularøtur (uml 200 gr)
50 gr hakkaðar hasselnøtur
2 egg
2 dl sukur
1 tsk kanel
1 tsk vaniljusukur
0,5 tsk natron (bikarbonat)
1 tsk bakipulvur
2 dl hveitimjøl
1 dl matolja

Glasur:

150 gr philadelphia smyrjiost (naturel)
uml 2 dl. flormelis
1,5 tsk pressaða sitrón

Soleiðis gert tú:

Flisa og rív gularøturnar og koyr í ein bolla. 
Blanda eisini hasselnøturnar í. 
Koyr egg og sukur í sama bolla og píska í uml 30 sek.
Koyr oljuna spakuliga í ímeðan tú pískar á lægstu ferð.

Tendra ovnin, á 175 gradir.

Koyr kanel, vaniljusukur, natron, bakipulvur og hveitimjøl niður í blandingina.
Píska alt saman inntil tú hevur eitt javnt deiggj.
Stoyt alt í ein smurdan form (uml 1½ litur). 
Køkan skal standa niðarliga í ovninum í 175 gradum í uml 45 minuttir.

Tá hon er liðug, kann hon standa í 5-10 minuttir áðrenn tú leggur hana á eitt fat at kølna.

Glasur: Blanda philadelphia ostin, flormelis og citrónsaftina.
Smyr glasurin á við einum knívi.



Jordnötskökurnar:

200 gr margarin/smør
2 dl sukur 
2 dl havragrýn (eg brúkti fullkorns og tað riggaði fínt) 
2 dl hakkaðar saltar peanuts
1 tsk bakipulvur
3 dl (180 gr) hveitimjøl

50 - 75 gr. myrk sjokuláta

Soleiðis gert tú:

Tendra ovnin á 175 gradir.
Rør ella píska smør og sukur til tað er "fluffy".
Koyr restina av ingrediensunum (uttan sjokulátuna) í og arbeið við hondunum til tað er deiggjut.
Forma smáar kúlur. Eg slættaði tær eitt sindur út við einum gafli.
Legg á eina plátu við bakipapíri.
Koyr í ovnin í uml. 15-20 minuttir. 
Smelta sjokulátuna. Antin yvir "vatnbaði" ella í mikroovninum og rør eitt sindur í henni. 
Brúka eina teskeið til at "strimla" sjokuláta yvir køkurnar tá tær eru kølnaðar eitt sindur. 

Og nú kanst tú bjóða til drekkamunn :)



/Linköping





Inga kommentarer:

Skicka en kommentar