27 september 2011

Húsligt flipp!

Eg veit ikki hvat hendir. Kanska eri eg bara við at blíva mega vaksin ella okkurt, men í gjár fekk eg aftur eitt sovrit húsligt/bakiflipp og tað helt fram í dag. 

Fyrst hevði eg hug at bíleggja pizza og T var nokkso við uppá tað, men so kom eg í tankar um at vit áttu ingrediensur bæði til botn og tomatsós heima og so freestylaðu vit eitt sindur við "fyllu". Bakiverk nummar eitt endaði við at síggja soleiðis út:



Tað eru so frykteliga nógv at skriva alla uppskriftina her,
 men um tað eru fyrispurningar eftir henni,
 skal eg gera ein innsats

Tá eg fyrst er farin í holt at baka og tað ikki var sooo ringt at vaska upp, so fekk eg sum ikki einaferð ordiliga blóð uppá tonnað!
So eg fór beint at gera eina bleyta sjokulátakøku. Ultra simpul.
Bakiverk nummar tvey sá soleiðis út: 



Uppskrift niðast á síðuni. (Gloymdi at taka mynd tá hon var liðug)


Oooog so í morgun tá eg vaknaði, fekk eg hug at halda áfram. 
Og eg hevði faktiskt keypt inn til brownies í gjár, so tað var einki annað at gera enn at bara byrjað. Tónleik for frá, alt uppvask uppá pláss og soleiðis tá tað út:


Áðrenn eg dryssaði restina av mandlunum á
Komin úr ovninum

Í kvøld fari eg at servera við vanilju-ísi!
Tað verður ein succes!

Hetta blómutyssi fekk eg leygardagin aftaná eg hevði sungið til ein barnadóp.


Og síðst, men ikki minst. Mín deiligi nýggi kalendari, sum eg eri so glað fyri! :) Er hann ikki fittur?? 




Uppskrift bleyt sjokulátakøka: 

2 egg
2 dl sukur
50 g smør/margarin
3 dl hveitimjøl (180 gr)
2 tsk bakipulvur
1 dl kaffi 
2 tsk vaniljusukur

Soleiðis gert tú:

Tendra ovnin á175 gradir
Smyr ein kakuform (eg brúkti ein, har man kann taka kantin av)
Píska egg og suskur í 1-2 minuttir (til tað er eitt sindur fluffy)
Smelta smørið. Blanda mjøl, bakipulvur, vaniljusukur. 
Rør tað eitt sindur kalnaði smørið, kaffi og mjølblandingina niður í eggjadeiggið
Stoyt deiggið nidurí tann smurda formin og stilla niðast í ovninum í 35-40 minuttir.


Uppskrift Brownies (uml 30 brownies)

4 egg
3 dl sukur
200 gr smør/margarin
200 gr myrk sjokuláta
100 gr hakkaðar mandlir
2 dl hveitimjøl
1 tsk bakipulvur
2 tsk vaniljusukur

Do it like this:

Ovnurin skal setast á 175 gradir
Píska egg og sukur "fluffy", uml 1-2 minuttir. 
Smelta smørið og tak grýtuna av hitanum og brót sjokulátuna niðurí og lat hana smelta í smørinum. 
Blanda mjøl, bakipulvur og vaniljusukur og koyr niðurí eggjablandingina saman við helvtina av nøtunum. Og so blandar tú eisini sjokulátablandingina niðurí.   Stoyt á eina djúpa plátu sum er dekkað við bakipapíri og strøja restina av nøtunum omanyvir. 
Hon skal vera mitt  í ovninum í uml. 20 minuttir. Kakan skal ikki vera heilt turr innií tá hon er liðug. 
Sker kakuna fleiri smáar fýrakantar.


1 kommentar: