29 maj 2012

Svøríki í Maj.

Mamma hevur altíð sagt at hennara yndis-mánaði er maj.
Eg skilji hana sum so væl, serliga tá dagarnir í Føroyum hava verið so praktfullir sum í seinastuni.

Eg havi tó verið so heppin at eg náddi akkurát at uppliva Svøríki enn einaferð í maj.
Havi havt ein góðan dag við eitt sindur av shopping. Sjálvdan eg shoppi, men tá eg sleppi at ganga einsamøll runt í býnum, finni eg sum oftast nyttug ting - ting sum eg veit at eg fari at brúka nógv :)

Fór eisini at "fika" við mínum yndis-hollendara, Philippine, men eg gloymdi tíverri at taka  mynd av hennara yndiga snýði.

Her eru tó myndir av næstan øllum sum eg skaffaði mær í dag. 


Ein jakka

Eitt par av jeans

Eina fitta blusu

Obligatoriskt neglalakk

Ótrúliga kunnandi bindibók

Heimsins fittastu viskustykki



Føðingardagsgávu til ein bff, sum eg ikki fari at avslørað :) 


Í morgin gongur leiðin til Stokkholm. Tobias skal arbeiða eina løtu, so eg fari at fáa mær morgunmat saman við Rannvá :) - Tað gleði eg meg til! 

9 kommentarer:

  1. Also read our article about obat ambeien wasir who knows how to solve the problem you are complaining about

    SvaraRadera