Mamma hevur altíð sagt at hennara yndis-mánaði er maj.
Eg skilji hana sum so væl, serliga tá dagarnir í Føroyum hava verið so praktfullir sum í seinastuni.
Eg havi tó verið so heppin at eg náddi akkurát at uppliva Svøríki enn einaferð í maj.
Havi havt ein góðan dag við eitt sindur av shopping. Sjálvdan eg shoppi, men tá eg sleppi at ganga einsamøll runt í býnum, finni eg sum oftast nyttug ting - ting sum eg veit at eg fari at brúka nógv :)
Fór eisini at "fika" við mínum yndis-hollendara, Philippine, men eg gloymdi tíverri at taka mynd av hennara yndiga snýði.
Her eru tó myndir av næstan øllum sum eg skaffaði mær í dag.
.JPG) |
Ein jakka |
.JPG) |
Eitt par av jeans |
.JPG) |
Eina fitta blusu |
.JPG) |
Obligatoriskt neglalakk |
.JPG) |
Ótrúliga kunnandi bindibók |
.JPG) |
Heimsins fittastu viskustykki |
.JPG) |
Føðingardagsgávu til ein bff, sum eg ikki fari at avslørað :) |
Í morgin gongur leiðin til Stokkholm. Tobias skal arbeiða eina løtu, so eg fari at fáa mær morgunmat saman við Rannvá :) - Tað gleði eg meg til!