29 februari 2012

Bloggkappingar


Nógvir útlendskir bloggar hava kappingar við jøvnum millumbili. Hetta dámar mær sera væl. Kanska eg eisini skuldi roynt hetta...?
 Ein av teimum sum ger hetta, er vinkona mín úr Svøríki, sum júst hevur lagt eina kapping út.
Til ber at síggja hana her :)





27 februari 2012

Galleri Ingun

Havi sorterað myndir á telduni í dag, og hetta er eitt "útplukk" av nøkrum bindimyndum :)









 

 

























Og her er ein fløt bindivittigheit sum eg fann:

Der sidder 2 spejlæg i en vandpyt og strikker. Så kigger den ene op, og siger 
til den anden - Orv der fløj en ko forbi med en gren i munden! 

Nåh!, lød svaret. 

Lidt efter kigger spejlægget op igen - orv der var en ko mere! 

Nåh, lød svaret. - de er nok bare ved at bygge rede. 

24 februari 2012

Stjørnuflipp!

Eg havi í seinastuni havt eitt lítið barnatroyggjuflipp. Hetta allarhelst tí at systkinabarnið hevur biðið meg bundið eina troyggju fyri seg. Tað gekk so forferdiliga skjótt og so er tað eisini stuttligt at síggja úrslit. Hetta er frá seinastu tíðini + ein sum er á stokkunum nú eisini sjálvandi  :)